1. Tað var um ein halgan dag, man meg rætt um minna, bóndin - TopicsExpress



          

1. Tað var um ein halgan dag, man meg rætt um minna, bóndin fór á skógvin burt epli og aldin at finna. Viðgangur: Vinturin líður, summarið kemur, jørðin gerst so blíða, grør so fagurt aldin undir líða. 2. Tað dregur at tí myrka æli, sólin líður at fjalli, bóndin vildi fegin og fúsur heima verið til halla. 3. Tað dregur at tí myrka æli, dagurin leið at kveldi, bóndin vildi fegin og fúsur heima verið í veldi. 4. Tað lættir í tað myrka ælið, lýsir um leið so langa, Bóndin sá á skóginum skrímslið mikið móti sær ganga. 5. Skrímslið kom úr jørðini upp, mikið er Óðins evni, tigultalv í hendi ber og beint á bóndan stevnir. 6. Búgvið talv í hendi bar av hvíta fílabeini, so vóru teir terningar av reyðagulli reina. 7. Risin so til orða tekur, ríkur av trølskur alvi: "Setist niður, søtin mín, vit leikum títt við talvi!" 8. Bóndin svaraði og segði: "Nei, tað má ei so vera, eg havi ikki lært at leika talv ella nakra skemtan gera." 9. "Tú mant ljóta at leika talv," segði tann tussin harði, "kosta skal høvur mítt ella títt, men hvørki góðs ella garðar." 10. Bóndin dvaldist ei leingi tá, hann fann upp á tey ráð, hann dregur upp á seg sigurshandskar, sigur mundi hann fá. 11. Bóndin leyt tá leika talv, tó at hann treyður vildi, so fall teirra fundur út, sigurin honum fylgdi. 12. Teir telva títt, teir telva dátt, hvørki um góðs ella garðar, risin tapti lív og lund, høvur og heysin harða. 13. "Í talvi hevur tú vunnið meg, og mant væl av gávum rósa, lova nú mær at loysa lív, sum sjálvur tú vilt kjósa." 14. "Lovi eg tær at loysa lív, flyt mær fram í fyrsta, virtur og vín og aldins vín og alt tað, ið lív kan lysta! 15. Tú skalt mær til hallir føra breiða borg og langa, bæði við veggir og víngarðar alla ævi standa. 16. Har skal gólv á grundum vera av hvítum marmorasteini, rævur av seigum sifrisviði, veggir av fílabeini. 17. Har skal gólv á grundum vera, tigulstein sum tinna, takið takt við blýggi blátt, tað besta sum man kann finna. 18. Har skulu seggja seingir síggjast, gjørdar við gólvið niðri, bæði við beð og blæur á fullar av Føniksfiðri. 19. Har skulu seggja seingir síggjast, av dýrum dúni full, síðan alt við purpurklæði og reina reyðargull. 20. Har skal kelda kurtalig, góðan grip skal kalla, full við dýrar drykkir tá vítt um vørild alla. 21. Har skal kelda kurtalig alla ævi renna, har skal eingin livandi til sótt ella sjúkdóm kenna. 22. Har skal eingin sjúkur verða, fyrr enn sjálvur lystir at deyða, ella eg høggi høvur av tær sum ein hund til heyg. 23. Har skal eingin sjúkur verða, fyrr enn sjálvur lystir at velja, ella eg høggi høvur av tær sum ein hund til heljar. 24. Har skal bæði matur og drekka flytast fram at borði!" Risin vil ikki lata lív, hann játtar í hvørjum orði. 25. Bóndin fagnar brúður blítt, hann kemur heim á kveldi: "Vænta man eg virði mítt vaksa brátt í veldi." 26. Bóndans kona til orða tekur, tók so sárt at gráta: "So man skrímslið skiljast við teg, tú mant lívið láta." 27. Bóndin sovnar allvæl fast blítt á brúðar armi. Risin sankar gullið saman troyttur og tungur av harmi. 28. Skrímslið fór bæði um sjógv og sand, dalir og førslu fjøll, hann flutti borg í bóndans garð við góðs og gripum øll. 29. Hann mundi honum til hallar føra breiða borg og langa, bæði við veggir og víngarðar alla ævi standa. 30. Hann mundi honum til hallar føra tað var ið tað fyrsta, virtur og vín og aldins vín og alt tað, ið lív kan lysta! 31. Har mundi gólv á grundum vera av hvítum marmorasteini, rævur av seigum sifrisviði, veggir av fílabeini. 32. Har mundi gólv á grundum vera, tigulstein sum tinna, takið takt við blýggi blátt, tað besta sum man kann finna. 33. Har mundi seggja seingir síggjast, gjørdar við gólvið niðri, bæði við beð og blæur á fullar av Føniksfiðri. 34. Har mundi seggja seingir síggjast, av dýrum dúni full, síðan alt við purpurklæði og reina reyðargull. 35. Har mundi kelda kurtalig, góðan grip skal kalla, full við dýrar drykkir tá vítt um vørild alla. 36. Har mundi kelda kurtalig alla ævi renna, har mundi eingin livandi til sótt ella sjúkdóm kenna. 37. Har mundi bæði matur og drekka flytast fram at borði, risin vildi ei missa lív, hann helt væl síni orð. 38. Bóndin kemur út árla morgun, glaður fyri uttan vanda, hann sær eina stóra borg fyri sínum durum standa. 39. Bóndi kemur út árla morgun, sær sær einki at meini, risin treiv um hansara lær, hann klóraði hann inn at beini. 40. Bóndin kemur út árla morgun, alt fyri uttan sút, risin treiv í hansara kvið, so indrini hingu út. 41. Bóndin liggur á grønum vølli, mestur er hann deyður, teir studdu hann inn á borgina, hann kendi tá ikki til neyð. 42. Bóndin heilsaði brúður blítt, tá hann kom heim á kveldi: "Her eru konggar, tíggju og tólv, ið minni hava makt og veldi." 43. Bóndin er bæði fegin og blíður, mildur av gævuleiki, tað eru kongar, tíggju ella tólv, minni hava ráð og ríki. 44. Bóndans kona er búgvin við barn, ber skrúður og skarlak reyð: "Eg eri tí rædd av risans ráðum, hann troyggjar á bóndans deyð." 45. Bóndin hevur alt ið lív kann lysta, bæði úti og inni, troyttast man nú tungan mín, eg skemti ei longur á sinni.
Posted on: Sun, 28 Jul 2013 23:35:50 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015