Aftan á øll mistøkini, ótrúskap og skeldaríir í - TopicsExpress



          

Aftan á øll mistøkini, ótrúskap og skeldaríir í hjúnalagnum, var tað liðugt, hjúnaskilnaðurin var ein veruleiki. Afturat tí, hevði Jákup funnið sær eina aðra og yngri. Jensina skuldi flyta. Fyrsta dagin brúkti hon upp á at pakka alt sítt niður í kassar. Næsta dag kom flytibilurin og heintaði kassarnar. Tann triðja dagin sessaðist hon við køksborðið fyri síðstu ferð, tendraði kertaljós, lurtaði eftir góðum tónleik og át seg metta í rækjum, russiskum kaviar og drakk eina fløsku av Dom Perignon afturvið. Tá hon var liðug at eta, gekk hon inn í øll kømur og stappaði rækjur og kaviar inn í endarnar á øllum gardinstongum í húsinum. Harnæst ruddaði hon køkin, og fór. Tá Jákup kom aftur í húsini við tí nýggju damuni, var alt ein stór eydna teir fyrstu dagarnar. Síðani byrjaði tað so smátt at lukta illa í húsunum. Tey royndu alt, dustsúgvaðu, vaskaðu og luftaðu út, men einki hjálpti. Luftskiftisskipanin varð endavend, kanska vóru tað deyðar mýs ella rottur. Teppini vórðu reinsað, luktilsisposar og annað luftfrískandi varð sett allastaðni, men einki hjálpti. Aktingarmaðurin varð heintaður, og hann gassaði húsini, fyri at sleppa av við luktin. Tað lukkuliga parið mátti flyta í nakrar dagar, men tá tey komu aftur, var alt við tað sama. Tey skrøddu alt tapet niður, og málaðu øll húsini av nýggjum. Einki hjálpti. Vinirnir góvust at vitja, og ídnaðarmenn noktaðu at arbeiða í húsinum, og reingerðarhjálpin segði starvið frá sær. Tey avgjørdu at selja, men aftan á ein mánað og ein avsláttur upp á 50% var eingin keypari. Søgan gekk, og tey noyddust at taka eitt nýtt lán í bankanum fyri at keypa nýtt. Jensina ringdi og spurdi, hvussu gekk, og Jákup segði sum var. Hon lurtaði áhugað og við samhuga og segði so, at hon saknaði sítt gamla heim, og at hon kundi hugsað sær at keypt húsini. Jákup var vísur í, at hon ikki ánaði, hvussu illa tað veruliga stóð til, so hann segði, at hon kundi fáa húsini fyri 10% av marknaðarvirðinum, um hon skrivaði undir sama dag. Jensina takkaði ja. Eina viku seinni fluttu Jákup og daman út – tey flentu og mussaðust so lukkulig. Lættin var stórur, tá flytibilurin kom og tók alt teirra yvir í nýggja ástarreiðrið. Har í millum gardinstengurnar.
Posted on: Sat, 10 Aug 2013 18:28:48 +0000

Trending Topics




© 2015