Brot úr ummælinum av HAMSKIFTI eftir Inger Smærup: Í einum - TopicsExpress



          

Brot úr ummælinum av HAMSKIFTI eftir Inger Smærup: Í einum neti av raffineraðum metamorfosum og tí óvæntaða, verður ein loyndarfullur heimur breiddur út fyri okkum. Og eg havi ikki svorið at halda loynidómin duldan, men eg avdúki ikki samanhangin allíkavæl. Upplivingarnar skulu koma óvart á. Tí Hamskifti brúkar eisini listina sum eitt sosialt eksperiment. Ein felagsskapur kyknar og ein sosial støða, sum eg fataði eins og eina unikka og sera stóra uppliving. Kjartan Hansen, Gutti Winther og Jens L. Thomsen eru allir sera stór talent, og saman hava teir skapað eitt listaverk við fantastiskari megi. Eitt nýskapandi gesamt-listaverk, sum er djarvt, stuttligt, ógvisligt og poetiskt. Eitt verk, sum bjóðar av og imponerar og sum alla tíðina tekur áskoðaran á bóli við nýtsluni av tómleika og fyllu, sansamissi og ovurhonds sansaleika, drama og upprunakendari ró, óhóvligum villskapi og silvurbrúdleypskendum penleika. Les alt ummælið á listinblog.blogspot.dk :
Posted on: Sat, 23 Nov 2013 11:20:23 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015