Bræv: Lívið, parlagið og álitið aftaná ótrúðskap Eri - TopicsExpress



          

Bræv: Lívið, parlagið og álitið aftaná ótrúðskap Eri kvinna síðst í 30´unum. Havi verið gift í smá 10 ár. Eiga saman ein hálvvaksnan drong. Vit høvdu eitt gott lív. Við nógvum kærleika. Og vit elskaðu hvønn annan, ella... tað helt eg í øllum førum - til hann var mær ótrúgvur. Tá broyttist alt. Hann lovaði tó, at tað var slutt og at hann elskaði meg. Vit eru enn saman. Tað hevur tó gingið so, sum so. Eg havi sera torført við at gloyma og fyrigeva. Hetta havi eg sagt við hann, og hevur hann tá lova, at alt skal broytast, og at hann skal gera alt hann kann, fyri at uppbyggja mítt álit og okkara parlag aftur. MEN her sker ikki tað stóra. Eg eri hvørki uppbygd ella trygg. Haldi ikki hann hevur gjørt tað stóra, ella nakað, fyri at byggja meg og okkum uppaftur. Í summar hoyrdi eg frá vinkonu, at hon sá mín mann tosa við hana á einum tónleikatiltakið. Eg var ikki við, og tað var sonur okkara heldur ikki. Maðurin var farin við nøkrum starvsfelagum. Eg fekk ein ordans niðurtúr, tá eg hoyrdi hatta, og ímyndaði mær at nú var okkurt hjá teimum aftur, men hann avnoktaði. Segði, at hon var komin til hann at tosa, men hann hevði roynt at avvísa hana. Tað kann eg so aldrin vita við vissu, um tað passar ella ikki. So til tykkum: Kann ein vera ótrúgvur, um hann veruliga elskar sín maka? Hví gera fólk hetta? Hvussu kann eg gloyma, og leggja hetta afturum meg? Hvussu kann eg fáa alt álit á hann aftur? Og hvussu veit eg, at hann ikki ger tað aftur, tí eg fangi meg sjálva (enn ídag) í at ivast, um hann nú fortelur mær sannleikan. Kunnu vit fáa okkara gamla forhold aftur? Og kann eg fáa mítt sjálvsviðrið aftur? Burdi eg bara farið frá honum? ...... Tí hóast eg elski hann, so ivist eg í, um eg kann gloyma og leggja afturum meg. Hann hevur hóast alt valt eina aðra framum meg :(
Posted on: Sat, 30 Nov 2013 09:31:58 +0000

Recently Viewed Topics




© 2015