Ein dagur í seint verður gloymdur - TopicsExpress



          

Ein dagur í seint verður gloymdur :-( bygdin.fo/images/IMG_5017b.jpg Í 1989 fór eg so at sigla við grótbátinum Siri. Tá var arbeiðið upp á ferjuleguna á Gomlurætt byrjað, og m.a. skuldi grót førast haðani og út í Hest, har bátahylur skuldi gerast samstundis. Vit høvdu ikki ført grót í meira enn 17 dagar, tá ið ólukkan hendi, og grótbáturin koppaði. Tað var tann 17. august í 1989. Ásur koppaði 17. mars og Siri 17. august, og vit høvdu siglt í 17 dagar, so mær dámar 17 talið verri enn 13 talið. Hendan vanlukkumorgunin vóru vit bara tveir mans við Siri: Bjarni Juul, úr Funningi, og eg. Vit vóru annars tríggir mans, ið hoyrdu til bátin, men hendan morgunin hevði tann eini maðurin forsovið seg. Veðrið var einki at siga til, men tað var sera harður streymur. Onkur hevur sagt við meg: Ejolvur! Tit høvdu yvirlastað skipið! Nei, tað hevði einki við tað at gera. Grótbáturin er bygdur soleiðis, at 24 skuffur skuldu í hann, og tað hildu vit okkum til, og so skuldu vit kunnað siglt trygt, men ein sovorðin grótbátur er altíð lágur í sjónum. Vit løgdu so útfrá, og eystfallið var uppkomið, so tað hevur kanska gingið ov nógvur sjógvur á hann. Her má eg skoyta uppí, at pumpurnar, ið skuldu fáa bátin sundur og sleppa lastini, vóru nógv for smáar, so tað gekk alt for seint fyri seg. Vit báðir síggja, at her kann enda galið, men vit taka ongan kjans, og Bjarni trýstir á knappin, sum opnar bátin og sleppir lastini. Men hvat? Hetta opnar bara eitt lítið sindur, so vit ivaðust í, um pumpan mundi vera sligin frá. Eg fari so úr stýrihúsinum og beint afturum - í eitt rúm - har pumpan var. Pumpan gongur, sum hon eigur, og meðan eg standi har, nú knallar hurðin í aftan fyri meg. Sjálvsagt gjørdist eg ógvuliga kløkkur og vendi mær við. Nú síggi eg sjógv upp fyri kúgveygað, og so bóltaði hann rút. Hurðin var í stýriborð, og báturin koppaði á bakborð. Hetta gjørdi so tað, at hurðin slerdi uppaftur, so eg fekk traðkað út á gelendaran og lopið í havið. Tá ið eg komi aftur til mín sjálvs, síggi eg eina bláa strípu fyri eygunum. Báturin er holvdur - og eg eri undir bátinum - skolaður inn í lastina - og botnurin hevur opnað seg so mikið, at luftin er tann bláa strípan, ið eg síggi. Báturin rak suður um Hólmin - í íðuna har - og nú fær báturin eitt slengur, og tað pressar á meg, so at eg veri slongdur út - og mitt í tí heila - nú síggi eg dagsins ljós aftur - og flóti við síðuna av bátinum. Eg royni so at svimja aftur um bátin fyri at fáa fatur á róðrinum. Róðrið var líkasum ein soyla aftanfyri - eg var sloppin úr skónum - og eg sleppi so upp eftir róðursoyluni - upp á kjølin. Nú er tað tað, at báturin er so slipaður, at eg glíði av aðrari síðuni á hina, men eg hevði mítt fulla skil og royndi at hyggja inn á land alla tíðina. Knappliga síggi eg Sólvá Patursson, f. Wang 1943 - bóndakonuna - standa í ytra enda og veittra við einum laki. Tá visti eg, at tey høvdu sæð skilið. Kona mín sá eisini hendingina úr vindeyganum hjá okkum. Tað var so heppið, at hon var ikki einsamøll heima tann dagin, tí sonur okkara hevði feriu og var uppi á loftinum, tá ið hann hoyrdi skríggið frá mammuni niðriundir. Ólavur Patursson, f. 1954, gartnarin, bróðirsonur konu mína, var staddur niðri í drívhúsinum, tá ið hann sær hetta koma rekandi. Hann helt tað vera eina bingju, ið onkur hevði mist, og hugsaði ikki meira um tað. Sverri Patursson, f. 1937 var á veg til Havnar í bili, og hann sær, at tað er grótbáturin, ið er koppaður. Hann koyrir so á Gomlurætt fyri at boða frá, men teir vistu um skilið og høvdu sent boð eftir hjálp. Sverri koyrir so aftur til Kirkjubøar, og teir taka so bátin hjá Páll Patursson, f. 1944, sum lá á floti. Hans Samuelsen, ið tá var postmaður í Kirkjubø, var júst staddur har, og Páll bað hann koma við, tí hann dugdi at geva fyrstuhjálp. Meðan teir sigla út, síggja teir tyrluna koma til grótbátin og taka ein mann upp - og tað var so eg. Eg hevði vitið alla tíðina. Teir, sum komu við báti úr Kirkjubø, sigldu so runt um grótbátin, og nú einaferð síggja teir nakað, og tað var so Bjarni. Teir fingu hann so inn í bátin, og Hans og Páll fóru beinan vegin í holt við at arbeiða upp á hann, og teir fingu hann aftur at anda. Tá ið eg kom á Landssjúkrahúsið hevði eg ein temperatur upp á 28 gradir, meðan Bjarni hevði 30 gradir, hóast hann hevði ligið longri í sjónum enn eg. Bjarni var í stýrihúsinum, tá ið skipið koppaði, men eg sá hann ongantíð aftur - hoyrdi hann bara. Bjarni doyði so kvøldið eftir, og eg fekk at vita tað gjøgnum útvarpið - so tað kendist ógvuliga tungt. Bjarni og eg vóru eisini saman, tá ið kraftblokkabáturin Ásur koppaði í 1967. Bjarni var ein fittur og hampiligur maður, og hann hevði vánaliga heilsu ta seinastu tíðina. Eg royndi at fara aftur á sjógvin, men tað riggaði ikki so heilt væl, tí eg kendi á mær, at eg var ikki tann sami maðurin, sum eg hevði verið áðrenn hendingina.
Posted on: Thu, 14 Nov 2013 18:28:01 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015