Ein smágenta hevur gingið hús úr húsi í grannalagnum og - TopicsExpress



          

Ein smágenta hevur gingið hús úr húsi í grannalagnum og hjálpt við ymiskum og hevur fingið eitt oyra afturfyri. Kvinnur úr tveimum bygdum hava savnað saman vinningar og hava bingo týskvøldið. Útisetar í Keypmannahavn hava jóla-stuðulskonsert 5. desember Alt hetta og meira afturat verður gjørt til frama fyri Í menniskjum góður tokki og verður latið út aftur í jólahjálp til fátækar familjur. Hevur tú yvirskot, eins og hesi hava, at gera okkurt gott og gevandi til jólar, ið kemur øðrum til góðar? Seinastu 3 árini hava 2549 børn fingið jólahjálp. Skulu vit aftur í ár veita jólahjálp, so er neyðugt at finna fólk, sum hava yvirskot og eru hugaði at rætta eina hjálpandi hond. Tað kunna tit gera við at finna uppá og fyrireika okkurt, sum fær pening til átakið Í menniskjum góður tokki. Onki mark er fyri hvat tað kann verða – stórt ella smátt, alt ger mun. Tað kann verða alt frá at skipað fyri eini innsavning á tykkara arbeiðsplássi, kóri, felagsskapi, skúlaflokki, bindiklubba, samkomu, millum familju og vinir ella í grannalagnum. Tiltøk av ymiskum slag eru eisini vælkomin, tað kann verða alt frá bingo og ítróttarkappingum til sølu av bundnum vørum, listaverkum, smákøkum, tombola og stuðulskonsertum... Tykkara hugflog, tíð og orka avgerð, hvat tit gera. Latið hugflogið fáa frítt spæl! Endamálið er, at fáa øll hugaði at ganga saman og gera sítt til, at vit á jólum kunnu veita øllum teimum familjum sum tørva, ein hjálpandi hond.
Posted on: Sun, 24 Nov 2013 22:07:04 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015