Ein vakur sunnumorgun. Silvtini á Oyndarfirði, sólin kagar fram - TopicsExpress



          

Ein vakur sunnumorgun. Silvtini á Oyndarfirði, sólin kagar fram og ein tungtlastaður nótabátur fer suður gjøgnum Djúpini. Nú verður spennandi at vita, hvat kirkjan hevur at bjóða í dag. Hon fer sum vanligt at boða frá hvussu vit eru atskild frá Gudi, tað er mín barnalærdómur, sum eg havi fingið potað inn í meg, síðan eg dugdi at skyna á. Eg trúgvi honum slett ikki longur. Eg veit bara eitt, at um eg var atskildur frá Gudi bara ein billióntapart av einum sekundi, tá vildi eg slett ikki havt verið til. Meistarin boðaði okkum fyri skjótt 2000 árum síðani, at ríkið er innan í okkum og eg hevði ikki eingang kunna blunka við eygunum, uttan Gud altíð nærverandi inni í hjartanum.
Posted on: Sun, 11 Aug 2013 09:27:23 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015