FM í skeet Seinasta umfar í FM-kappingini fyri lið í skeet - TopicsExpress



          

FM í skeet Seinasta umfar í FM-kappingini fyri lið í skeet varð skotið á breytini í Vestmanna í dag í allar fagrasta veðri. Hetta er fyrsta árið, at skipað er fyri FM-kappingum fyri lið í Føroyum. Áður hevur ikki verið grundarlag fyri hesum, men nú 4 virkin skjótifeløg eru í Føroyum, varð gjørt av eisini at hava liðkappingar í ár. Kappingin hevur verið skipað soleiðis, at tveir skjúttar (av fýra) hava umboðað liðið hvørja ferð. Vinnandi liðið hevur fingið 5 stig, nummar tvey fýra stig osv. Tilsamans eru skotin seks umfør í liðkappingini. Sunda Byrsufelag A hevur verið í serflokki í ár, og hevði longu frammanundan hesum umfarinum tryggjað sær Føroyameistaraheitið. Men sera stórur spenningur var um silvurmerkini undan seinasta umfarinum, tí Byrsumúla A var eitt stig frammanfyri Sunda Byrsufelag B. Um Sunda Byrsufelag vann innanhýsis kappingina við Byrsumúla í dag stóðu liðini jøvn í stigum. Kappingin í dag lagaði seg soleiðis, at Sunda Byrsufelag A vann við 128 dúgvum (av 150), Sunda Byrsufelag B bleiv nr. 2 við 113 dúgvum og Byrsumúli A gjørdist nr. 3 við 111 dúgvum. Kappingin endaði við, at A-liðið hjá Sunda Byrsufelag gjørdist Føroyameistari. Byrsumúli A og Sunda Byrsufelag B endaðu jøvn í stigum. Innanhýsis høvdu tey somuleiðis vunnu tríggjar ferð hvør. Neyðugt var tí at telja skotnu dúgvurnar fyri alt kappingarárið (6 kappingardagar á 150 dúgvur). Byrsumúli A hevur skotið 627 dúgvur í ár (av 900), meðan Sunda Byrsufelag B skeyt 622 dúgvur. Tað ber illa til at ímynda sær, at kappingin kann gerast meira spennandi enn hetta. Samlaða støðan í liðkappingini gjørdist hendan: 1. Sunda Byrsufelag A 24 stig (Hávarður Fjallstein, Sámal Debes, Marius Joensen og Jóannis Joensen) 2. Byrsumúli A 21 stig (Herleif Hammer, Johnhard Klettheyggj, Regin Hentze og Høgni Á. Danielsen) 3. Sunda Byrsufelag B 21 stig (Ragnar við Streym, Tórur Fløtt, Eirikur Elisson og Magni Dam) 4. Byrsumúli B 10 stig 5. Vestmanna Byrsufelag 4 stig Kappingin í dag er samstundis eisini fyrri kappingardagurin í FM-einstaklingakappingini, sum endar í morgin. 16 skjúttar luttaka í kappingini, harav tríggir unglingar. 3 umfør eru skotin í dag, og 2 umfør og finala verða skotin í morgin á breytini í Sandvíkum. Byrjað verður kl. 13. Aftaná dagin í dag, er føroyameistarin Marius Joensen greitt á odda í kappingini við 71 dúgvum av 75, meðan næsti maður, Sámal Debes hevur fingið 63 dúgvur. Hjá unglingunum er føroyameistarin Alex Johannesen á odda við 54 dúgvum, tvær dúgvur framman fyri yngra bróðurin, Carsten Johannesen. Serliga áhugavert var eisini at síggja 15 ára gamla Emil Kjeldgaard Petersen, sum er hálvur føroyingur og býr í Danmark. Hann er í løtuni í feriu í Føroyum og luttekur sum gestur í FM-kappingini. Emil er sera evnaríkur skjútti við einari bjartari framtíð í skjótingini. Hann skeyt 74 av 75 dúgvum í dag. Til DM kappingina í summar gjørdist Emil nr. 4, har hann skeyt 117 av 125 dúgvum. Skjótisamband Føroya Johnhard Klettheyggj, form.
Posted on: Sat, 07 Sep 2013 21:57:43 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015