Gott at føroyingar ikki longur krúpa fyri EU. Nú hava vit í - TopicsExpress



          

Gott at føroyingar ikki longur krúpa fyri EU. Nú hava vit í mong ár verið sum knívur á hørðum horni, og forlanga starvstovukøk úr stáli av teimum føroysku húsmøðrum, sum hava ditt sær at hugna um ferðafólk, við at veita teimum ein drekkamunn og okkurt aftur við móti lítlum gjaldi. Vit hava í mongum førum á hesum øki verið meira katólsk enn pávin, tá tað geldur um at umsita EU-direktiv - og lagt óneyðugar fótonglar fyri fólk á bygd at vinna sær nøkur oyru frá ferðafólkl. Hvussu nógv fólk eru deyð av einum drekkamunni gjørdur í einum vanligum nossligum føroyskum køki. Latið vit og skil ráða og ikki eina hysterika umsiting av EU-direktivum, sum eingin í EU-tekur fyri fult tá tað um bygdamenning ræður. Loyvi fólki at bjóða ferðafólki bæði ein drekkamunn og annan mat í egnum stovum. Tað hevði verið eitt gott konsept, tí tað eru nógvi ferðafólk sum høvdu tikið av og tað hevði spart nógvar óneyðugar íløgu . Her hava tey í Kirkjubø gingið undan. Tað sum ger at fólk koma aftur er at tey fáa eina uppliving og eru nøgd. Fáa tey ikki tað, so halda tey seg av sær sjálvum burtur.
Posted on: Fri, 02 Aug 2013 02:32:58 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015