Gott kvøld Øll somul, her kemur 5. partur av Jólamaðurin 2013, - TopicsExpress



          

Gott kvøld Øll somul, her kemur 5. partur av Jólamaðurin 2013, hinir partarnir kunnu lesast (um tit hava hug) inni á táttum, trýst á `Meira´uppyvir status .. :D 5. partur av 7 Tað glitrar av silvuri í morgunsólini og sær eitt sindur klistrut út. Tá Mogens jólavættur kemur nærri, sær hann ein lodnan kropp við seks eygum og long ullint bein, sum stinga út til allar síður. Og hetta ullavætti stendur pinnastilt og tosar við seg sjálvan. Mogens jólavættur gongur eitt sindur nærri og hoyrir nú tíðiliga, hvat sagt verður: ”1+3 er 4, og 2+7 eru 9. Tað eru 20 rekkur við 24 fýrkantun, sigur eiturkoppurin og hyggur eftir spinninum hjá sær. ”Góðan dagin”, sigur Mogens jólavættur, ”eg eiti Mogens jólavættur, ert tú annarleiðis enn hinir eiturkopparnir”? ”Góðan dagin, eg eiti Elvira, 3+8, er 11, og 7+3 eru 10. Tað veit eg ikki, og hvørjar eiturkoppar tosar tú um, eg síggi ongar aðrar eiturkoppar”, sigur Elvira, og telur og telur. ”4+1 er 5, og tekur man 2 frá eru 3. Hvør er annarleiðis?. Eg haldi so ikki, at tað eri eg, sum eri annarleiðis. Noy, tað haldi eg so bestemt ikki?. 1+1 er 4, noy tað er tað bestemt ikki, 1+1 er 2”. ”Hvat gert tú”?, spyr Mogens jólavættur undrandi. ”Eg telji”, svarar Elvira. ”Ja, tað síggi eg, men, hvat telur tú”?, spyr hann aftur. ”Eg telji træðrir”, svarar Elvira, meðan hon hyggur eftir eiturkoppaspinninum. ”Hví gert tú tað”?, spyr Mogens jólavættur. ”Tað eri eg noydd til, um eg ikki telji alla tíðina, veit eg ikki noyaktiga, hvussu langt eg eri komin við lokkanetinum og so má eg vraka tað umaftur og umaftur og byrja av nýggjum. Tað er sera troyttandi, at telja alla tíðina, men, eg eri nóydd til tað. Eg telji alt, sum eg komi nærindis av, so eg noyaktiga veit, hvussu nógv er av hvørjum. Til dømis kann eg fortelja tær, at yviri í viðarlundini niðri í Grøv”, hon peikar við einum av sínum lodnu beinum, so knappliga, at Mogens jólavættur er um at rulla oman av gøtuni, av ræðslu. ” eru fimtantúsin, sekshundrað og seks og trýss trø, mest furutrø, gran, lærkur og bók. 7+7 eru 14, og taki eg 8 frá, so fær man 6, eg havi 6 bein, 1-2-3-4-5-6. Noy, nú er okkurt púra galið. Eg havi 6 eygu og 8 bein, 1-2-3-4-5-6-7-8, ja, so, nú passar aftur”, suffar Elvira løtt um hjartað. So heldur hon kvikliga fram: ”Eg eri eisini noydd at mjava sum ein fressur, tá eg síggi eina mús, tú hevur ikki sæð eina mús, ha?. Tí, tað er rættiliga troyttandi, at standa og mjava sum ein fressur, tá ein heil familja av mýs, koma tvætlandi ígjøgnum eiturfonina ella lokkanetið ella eiturkoppaspinnið, tú veit, eitt og sama ting, kann eita fleiri nøvn, har vóru 3. Hvat var tað tú ætlaði at spyrja meg um?, mín lítli vinur, við einum høvði, tveimum eygum og tveimum lækrum, rundum kjálkum, sum gevur 5”, sigur ELvira og hyggur kannandi uppá hann, og vippar við sínum longu eygnavippum. Mogens jólavættur er ikki heilt vísur, men, hann helt, hon slikkaði sær um munnin. ”Eg kundi eisini bjóða tær inn til ein kaffimunn, so kanst tú sjálvur telja mínar træðrir, kundi tú ikki hugsa tær tað, mín lítli vinur”, sigur hon lokkandi. ”Eg vil fegin vita, um tú ert annarleiðis, enn aðrir eiturkoppar”, spyr Mogens jólavættur aftur, og bakkar langt frá teimum longu, lodnu beinunum. Men, áðrenn hann er liguður at spyrja, er Elvira aftur farin at telja sítt eiturkoppaspinn, og at enda gevst hann at spyrja. ”Hatta var gott nokk ein annarleiðis eiturkoppur”, og meðan hann gongur víðari, hugsar hann um, hvat mundi hent, um Elvira gavst við at telja og hví tað var so umráðandi fyri hana. ”Finnast ongi normal djór, her í verðini, ella eru øll djór løgin”, spyr hann hart seg sjálvan, men kemur ikki fram á nakað svar. Mogens jólavættur hevur nú gingið rættiliga langt og setist á ein stein, at hvíla bibburnar. Hann situr leingi á steininum og hugsar um øll hesu undarligu djórini, hann hevur hitt, tá hann brádliga hoyrir glaðar barnarøddir.
Posted on: Wed, 04 Dec 2013 16:39:37 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015