Góðu vinir mínir á facebook Í menniskjum góður tokki - TopicsExpress



          

Góðu vinir mínir á facebook Í menniskjum góður tokki arbeiðir við at víðka virksemi til alt árið og ætlanin er at hjálpa við mati, barnaføðingardøgum, frítíðarvirksemi og annað sum er trupult hjá fíggjarligum sperdum familjum. Harumframt hjálpa vit eins og undanfarin ár á jólum. Longu nú, áðrenn vit rættiliga eru farin til verka eru nógvir fyrispurningar komnir frá familjum um at fáa hjálpa, serliga er tað hjálp til mat Alt tað vit lata av hjálp til familjurnar kemur frá stuðli frá einstaklingum, fyritøkum, kirkjum, dagstovnum o.ø. Elektron hevur gjørt okkum eina nýggja skipan, har til ber bæði hjá einstaklingum og vinnufyritøkum at stuðla við ávísari upphædd hvønn mánað. Hava tit møguleika at geva hesum familjunum eina hjálpandi hond hevði tað komi væl við og gjørt at vit fáa hjálpt øllum teimum, sum biðja um hjálp Lesið meira niðanfyri um hvussu tit kunnu hjálpa
Posted on: Wed, 19 Jun 2013 17:06:11 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015