Haldi, hóast hann í kvøld sigur frá nakað av vindi í nátt, - TopicsExpress



          

Haldi, hóast hann í kvøld sigur frá nakað av vindi í nátt, at eitt gott heystarkvøld, sum vit nú uppliva, vekir so nógv í mær, ríkar kenslur, hugnaligar, heimligar og heitar, melankolskar, nostalgiskar við heitum minnum við foreldrum, sum elskaðu okkum, spælandi og við hvørt drillutum systkjum, stjørnuklárum himli, røstum kjøti við vællukti og átiligum smakki. - Ja, sanniliga lívið hevur verið fantastiskt, og tað er tað framvegis, hóast árini taka til, eri ikki gamal, men heldur ikki ungur, men heilsan er, so eri eg so sera takksamur. - Bert ein langtandi men tó so vónrík heilsan til allar mínar FB-vinir.!!!! Havið eitt gott og hugnaligt heystarkvøld:-)
Posted on: Thu, 14 Nov 2013 19:40:55 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015