Haldi tað er gott við skemti og øðrum, ið ber á sama bógv. - TopicsExpress



          

Haldi tað er gott við skemti og øðrum, ið ber á sama bógv. Men haldi tað er ein óskikkur at kalla fólk óintelligent ella innantóm ella hol í høvdið, tí tey ikki hava somu meining sum ein sjálvur, ella hava gjørt okkurt í politikki, sum liggur á markinum fyri allari sømiligheit. Politikkur er spurningur um vald. Og flestu okkara kunnu vera samd um, at tað ruggar ikki alt rætt í Føroyum, og at nógvir politikkarar fara ógvuliga langt, fyri at sita á valdinum. Tað skulu vera pláss fyri øllum í løgtinginum, tí vit skulu hava eitt umboðandi fólkaræði. Men seinastu árini mega hava lært okkum, at í landstýrinum skulu sita vælútbúgvin fólk. Ikki tí at tað ikki skulu sita vælútbúgvin fólk í løgtinginum, men tað er sum sagt umboðandi fólkið. Heimurin í dag er sera kompleksur, og ikki bert umboðandi føroyska veruleikan, og krevur hetta tí at vit seta tey best skikkaðu fólkini í landstýrið. Eisini tá ið um útbúgving ræður! FAKFÓLK!! Hetta sum nú gongur fyri seg, er ikki gott. Og eg skilji sera væl, at fólk eru ómetaliga ørkimlagið. Men vandið tykkum um orðini í kjakinum:-)
Posted on: Wed, 28 Aug 2013 22:29:41 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015