Havi verið ein wellan starvsfólkatúr í dag, saman við nokk so - TopicsExpress



          

Havi verið ein wellan starvsfólkatúr í dag, saman við nokk so nógvum av mínum starvsfeløgum á Kósini. Fóru flestøll við leigaðum bussi (KÍ bussinum) av sandinum í Klakasvík kl. 07:15, og leiðin gekk til Mykinesar, umvegis Sørvág, silgdu út við spildurflunkandi nýggja skræddaraseymaða Mykinesfarðinum Jósupi, eitt sera snøgt og skjóttgangandi far. Hettar var annað enn at sita á lastalúkuni á Polaris gamla, í silgdi Kallsoyarleiðina míni barnaár. Umborð á Jósupi var morgunmatur at fáa sum var av Kósini. Sansauplivingarnar vóru nógvar longu á túrinum út. Komin til Mykinesar var Hólmurin málið hjá fleiri, bara gongutúrurin í ókenda lendinum var - fyri míttviðkomandi - eitt sindur á greinsuni, men eg gjøgnumførdi tó eisini tann partin, og kom heilt til vitan sum trúðliga hevur blukað fyri teimum mongu skipum og bátum sum hava silgt framvið í mong mong ár - súlur, skúgvur, lundi, ravnur og stórbarða náttúran skolaðu yvur sálina. Heimafturkomin var gingið eitt sindur runt í sera hugnaligu og vælhildnu bygdini, kyrkjan var vitja, og var eisini inná gólvið til ein kaffimunn hjá einum av fyrrverandi bygdarfólkunum. Seinni var borðreitt fyri okkum í einum kombineraðum úthúsi, har ein sera góð máltið var nýtt, ferðaleiðarin og kona hansara stóðu fyri tí partinum eisini. Starvsfólkadagurin kann av sonnum metast sum ein heildaruppliving, og fari eg at takka øllum sum eg feraðust saman við, og teimum sum fingu hendan túrin í lag :)
Posted on: Sat, 22 Jun 2013 21:06:57 +0000

Recently Viewed Topics




© 2015