Jonny í Grótinum skrivar: Nei, samgongan hevur 17% í - TopicsExpress



          

Jonny í Grótinum skrivar: Nei, samgongan hevur 17% í afturgongd. Enn eitt klassiskt dømi um, at prosentrokning voldir trupulleikar. Samgongan hevur sambært kanningini mist 9,3 prosentSTIG av teimum 54,4 prosentunum av veljarunum, ið valdu samgonguflokkarnar við síðsta løgtingsval. Tað svarar til eina afturgongd á 17% og ikki 9%. Munurin er ikki uttan týdning, tí hetta merkir, at sætti hvør veljari hevur frávalt samgonguna. Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum er enn størri, har næstan fjórði hvør veljari (24%) hevur víst á annan flokk í kanningini. Gott búskaparfrøðingurin vísir á, at tølini eru rættiliga greið. Veljararnir geva samgonguni durafjórðingin. Onki meir og onki minnið. Og mangt kann helst lesast burturúr veljarakanningini, men eitt sum eg haldi hon vísir, er at fólk ynskja at fáa einar sjálvbjargnar Føroyar aftur á skrá. Fólkaflokkurin missir og Framsókn og Tjóðveldi fara fram. Fòlk eru ónøgd við at Fólkaflokkurin hevur gingið við uppá blokkhækking og er vorðin so púrasta líkasælur um sjálvstýrismálini. (Forskattingin er uttan iva eisini ein orsøk) . So wake-up call til Fòlkaflokkin um at seta kósina móti at vit sjálv taka ræði á landinum aftur við ábyrgdarfullum og framtíðartryggjaðum búskaparpolitikki,
Posted on: Tue, 17 Sep 2013 09:13:39 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015