Knappliga sært tú tað ... helst tá Russland er í - TopicsExpress



          

Knappliga sært tú tað ... helst tá Russland er í eygsjón: Kaj Leo er løgmaður fyri einum fólki, sum telur minni enn tey, sum rúmast í einum háhúsum í Sankta Pætursborg. Men hóast tað, so bera hann, Vestergaard og Kári P seg at, sum vóru teir ráðharrar í eini risatjóð. Teir ætla sær at seta russar skák mát, ES skal bert akta og undirsjóvartunnilin, fíggjaður av stórkapitali úr útlandinum, verður viðfarin sum var hann ein tilvildarlig brúgv um eina veit onkstaðni uppi millum fjalla. Eitt hol er eitt hol, tykist Kári at hugsa, og heimavandur sum hann er í Wall Street og City of London, fastur gestur á bonaðum gólvum í Heimsbankanum, Tjóðbankanum hjá ES og millum milliarderar, reypar hann av "loyniligum avtalum", sum býtta fólki í risalandinum Føroyar, ikki hevur heila at fata og tí ikki tolir at kenna innihaldið í. Fjákalótirnar í Tinganesi eru so láturligar, at tað sigur alt um føroyingar, at ongin torir at mótmæla av álvara, men ístaðin fylla fb-síðuna hjá Kára við "familierum rósi" um hvussu raskur hann er, sum snúði tað seg um ein smádrong, sum tekur fyrstu fetini og fer stetlandi eftir gólvinum. Leingi livi háhúsmentanina í Føroyum.
Posted on: Fri, 26 Jul 2013 21:47:34 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015