Langháraðir hundar treingja til bust, kamb ella kærða javnan. - TopicsExpress



          

Langháraðir hundar treingja til bust, kamb ella kærða javnan. Langháraðir hundar frá Border collie til puddil. Onkrastaðni tøvist pelsurin skjótari enn arðastaðni. Nøkur støð á hundinum, at vera serliga uppmerksom uppá, eru aftanfyri oyra, undir hálsreimini ella seðlanum, í "armholunum" og millum labbarnar. Serliga langháraðir hundar plágast ofta av so tætttøvdum klumpum har at teir illa fáa gingi, og teir fáa sára húð ella opin sár. Eisini kann pelsur byggjast upp inni í oyranum. Tey hár sum vaksa inni í oyraganginum, eru leys og skulu plukkast úr. Annars stoppa tey oyrini til í hár og oyravoks og elva at enda til bruna. Hundurin venur seg skjótt til at fáa plukkað oyrahár og fær ikki ilt. Best at plukkað við fingrunum.
Posted on: Wed, 18 Sep 2013 21:58:24 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015