Minnisvarðin um Skarðsbygd avdúkaður, Skrá fyri mikudagin 14. - TopicsExpress



          

Minnisvarðin um Skarðsbygd avdúkaður, Skrá fyri mikudagin 14. august Kl. 09.00 Gongutúrur byrjar úr Kunoy. Gingið verður uppum Skarðsgjógv og til Skarðs. Møtt verður uppi í Keldum í Kunoy. Kl. 09.30 Dragin fer av Klaksvík og norður um Nakkin. Tekning á Kunningarstovuni tel. 456939. Kl. 10.00 Gongutúrur úr Haraldssundi og norður til Skarðs. Møtt verður norðuri í bátahylinum. Kl. 10.30 - 13.00 Bátar sigla úr Haraldssundi norður til Skarðs. Kl. 12.00 Stuttur gongutúrur niðan í Skarðdal. Kl. 14.00 - 16.00 Minningarhald á Skarði: • Nevndin bjóðar vælkomin. • Felagssangur: Eg smáttu veit á grønu ong. • Jógvan Fríðriksson sigur nøkur orð. • Minnisvarðin verður avdúkaður. • Fløggini vundin í fulla stong. • Hans Pauli Olsen greiðir frá listaverkinum. • Jóan Pauli Joensen sigur nøkur orð. • Sangurin um Skarðsbygd hjá Hans J. Glerfoss verður sungin. • Óluva Klettskarð sigur nøkur orð. • Felagssangur: Á mønu hjalsins stari. • Formaðurin handar borgarstjóranum minnisvarðan til varðveistlu. • Borgarstjórin sigur nøkur orð. • Nevndin hevur orðið og takkar fyri. • Tjóðsangurin verður sungin. • Umleið kl. 16.00 Bátar byrja at sigla fólk heim aftur. Kl. 17.30 - 20.00 Smurt breyð, suppa, kaffi og kaka í bygdahúsinum í Haraldssundi. Kl. 17.30 - 22.00 Lutir av Skarði liggja frammi á Bakkavegi 5. Kl. 17.30 - 20.00 Lutaseðlar verða seldir: Vinningur: Listaverk eftir Fridjof Joensen. Kl. 18.30 - 20.00 Kvøldseta í bygdahúsinum í Haraldssundi • Hanus G. Johansen syngur. • Andras Sólstein heldur fyrilestur • Hanus G. Johansen syngur. • Hansa Glerfoss sigur nøkur orð. • Hanus G. Johansen syngur sangin um Skarðsbygd hjá Hansa J. Glerfoss. • Felagssangur: Yrktur sangur til minningarhaldið. • Niels og Helgi Midjord syngja. • Hanus G. Johansen syngur. • Felagssangur: Nú dagur at enda er.
Posted on: Wed, 14 Aug 2013 00:32:11 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015