So er vikuskiftisfrí! Nú seinastu vikur og mánaðir hava verið - TopicsExpress



          

So er vikuskiftisfrí! Nú seinastu vikur og mánaðir hava verið fyltir av undrisjóvartunlapráti, fari eg bara at senda eina stutta heilsan á FB. Søgan avspeglar seg, hetta er fullkomiliga sama kjakið sum var fyri 20-25 árum síðani, geografiski "objektiviteturin", har miðstaðurin vil hava allan peningin til rakstur, og fær ongantíð nóg mikið, meðan uttanumøkið kundi hugsað sær at verðið meiri ein partur av landinum, sum tey salvsagt eru borgarar í, og eisini kann vera ein partur, sum kann geva landinum framburð. Lat meg tí siga, at eg skilji ómetaliga væl tingmenninar á Sandoynni, tá teir ganga út frá, at "her er møguleikin", og spurningurin er, um teir skulu undirgeva seg sentralistisku politikararnar, sum ongantíð fáa nóg mikið til almennan rakstur, og billa fóki inn, at "kemur Sandoyartunnilin, so fer fólkið av landinum". Hatta er møsn!! Haldið nú fast, fáið sett Sandoyartunnilin á skinnarar, og tá hann er komin á skinnarar, farið so og takið Skálafjarðartunnilin, tí hann hevur alla tíðina møguleikar fyri at verða framdur.. Hetta er bara mín meining. Haldi eisini, at nógv av skrivingini frá høvuðsstaðarskrivbentum hevur verið sera niðrandi mótvegis sandoyingum Havið øll eitt gott vikuskifti!!! :-)
Posted on: Sat, 24 Aug 2013 12:02:01 +0000

Trending Topics



div>

Recently Viewed Topics




© 2015