Søltukjøt og skinsakjøt Presturin Thomas Tarnovius (1950) - TopicsExpress



          

Søltukjøt og skinsakjøt Presturin Thomas Tarnovius (1950) sigur í 1669, at sjálvt um føroyingar høvdu teirra ræsta og turra mat, so borðreiddu teir fyri prestinum við feskum fiski, saltkjøti og øli. Tað salta kjøti hevur neyvan verið tað, sum vit á okkara døgum kenna sum saltkjøt, men heldur tað, sum teir gomlu nevndu søltukjøt ella saltskerpa,. Salt var ein sera dýr vøra fyrr í tíðini og ikki so lætt at fáa fatur á, sølan av salti var eitt gullnám hjá hansakeypmonnunum í miðøldini. Saltið kom tá frá Lüneburg í Týsklandi og Lüneburgarsalt var ofta, eisini fyri ikki so langari tíð síðani, nevnt sum tað salt, sum fólk brúktu at salta smør við. Føroyingar hava neyvan salta tað nógva av kjøti og fugli í lakatunnur - helst einki, fyri fleiri hundrað árum síðani, tí tað hevur verið teimum ov dýrt og so fall teimum eisini betri tann ræsta og turra smakkin, sum tey høvdu verið von við í øldir, men salt varð brúkt sum krydd í sambandi við søltukjøt og skinsakjøt. Tað sum presturin Lucas Debes skrivar um í 1673 er óivað søltukjøt: “Somt Kød salte de og noget lidet og siden hænge det op at tyrkes, hvilket naar det er Aar gammelt, kan man æde det spege, ligesom anden Spege-Mad, og er temmelig velsmagende Spise, men noget ufordøjelig for den som ikke er vant dertil. Dette Slags tørrede Kød kalde de Skærpe, men det saltede, saltet Skærpe” (Debes 1963,114) Jens Christian Svabo (1959.433) nevnir í ferðafrágreiðing síni frá 1781 saltskerpu, sum hann sigur vera seyðakjøt , sum varð salta eitt sindur áðrenn tað var hongt upp at turka, ella við hansara egnu orðum “Kjød, som er saltet lidt inden det ophænges for at vindtørres”. Í orðabók síni sigur hann, at søltukjøt er “saltet og tørret Lammekjød” (Svabo 1966, 865). Tað er óivað talan um sama fyribrigdi. Presturin Jørgen Landt (1965,114) greiðir í 1800 frá, hvussu seyður varð flettur og hvussu krovið var skivað “og den heele Krop bliver bred og flad; i saadan Figur bliver Kroppene ophængte for at vindtørres” og so sigur hann, at “Nogle faa Kroppe bliver sønderskaarne, kogte, og, imens Kjødet endnu er varmt, bestrøet med Salt, og naar det har lagt en Dag og Nat over dette Salt, ophænges det i Luftaabne Huuse, hvor de gjerne kunne hænge i ¼ Aar og derover uden at forderves, men dette er egentlig kun bestemt til Lækkerbidsken, og især til at beværte Fremmede med.” Seinni í bók síni nevnir hann orðið skinsakjøt: “Skindse-Kjød ɔ: kogt, derpaa saltsprengt og siden ophængt feedt Bede-Kjød ere Højtids Retter, som man og beværter Fremmede og Rejsende med.” (Landt 1965, 239). Hatta samsvarar við tað sum Svabo greiðir frá. Niðurstøðan er tann , at tað mest trúliga er, at føroyingar ikki hava sett saltkjøt, sum vit kenna tað á borðið fyri prestum sínum og øðrum góðum fremmandum fólki, sum komu á gátt, men søltukjøt og skinsakjøt , sum var roknað sum gloypubitar til gestir og til høgtíðbrúk. Vanligt saltkjøt er ikki komið fyrr enn seinni, tá salt var vanligari og bíligari. Í hesum sambandi er vert at nevna ,at ein tann fyrsti sum flutti bíligari salt frá Miðjarðarhavslondum til Noregs var okkara egni sjógarpur Magnus Heinason. Skinsakjøt – og serliga ein góð skinsasíða er enn høgt í metum, um hon ikki hongur so leingi uppi, sum fyrr, men søltukjøt havi eg ikki hoyrt umrøtt av fólki í nýggjastu tíð.
Posted on: Fri, 04 Oct 2013 07:17:04 +0000

Trending Topics



iv>
XMark 7?Chrome Olympic Bar with Ball Bearings XM-3812 Review Sale.
Holiday CLOSEOUT Brass Guard Metal Blade Fencing Zorro Musketeer
Bianca Barnhill tells The Cannabist: It’s time to get away from
On the blog this week, Gifts & Wedding Registers have composed a

Recently Viewed Topics




© 2015