Tað kann vera eitt sindur leiðiligt og óinteressant bert at - TopicsExpress



          

Tað kann vera eitt sindur leiðiligt og óinteressant bert at lesa um sild, makrel fyri ikki at tosa um alt tunnilsprátið og allar tær politisku afturundirgerðirnar í løtuni. Eg ivist ikki í, at tað man vera troyttandi bæði fyri løgmann, landsstýrismannin í innlendismálum, embætisfólk, sum hava lisið frálíku greinina hjá Kristinu Samuelsen og fólk flest. Eisini fyri teir eysturoyingar, ið sum tvey nýforelskaði illa duga at síggja feil hjá hvørjum øðrum. líka lítið duga at síggja nakran feil við handfaringina av tunnilsmálinum hjá Kára Post. Eg fari tí fyri at løgmaður skal fáa frið at hugsa, til ein avveksling, sum maðurin segði, at loyva mær at flyta fokus eina løtu, og greiða eitt sindur frá eini tíð, tá føroyingar høvdu grísar. Fyrr var tað so at prestar og embætismenn høvdu sær ein grís, so teir kundi fáa eina fleskasteik onkuntíð at eta. Teir vóru heldur ikki sum vanlig fólk, ótu bæði grís, høsn og állar. Vanligir føroyingar høvdu ikki grís. Men tað vóru kortini teir, sum hildu at tað var stuttligt at royna at hava grísar. Millum hesar var Martin Nielsen í Vatnsoyrum, sum var ikki sørt av einum nýskapara á mangan hátt. Tað var eisini hann, sum fann uppá at framleiða revaskinn á ein sera burðardyggan hátt. Tað gjørdi hann við at hava bæði kaninir og revar. Hann hevði kaninirnar fyri at geva revunum tær at eta, men so kom sperðil í, tí onkur revur slapp leysur og tað var endin á kaninunum, og revurin gjørdi sum føroyingar eisini gera við hvørt, gjørdi enda á tí, sum teir sjálvur skuldu liva av. Í 1909 vóru skrásettur 58 grísar í Føroyum. Umframt Stóra Martin í Vatnsoyrum so høvdu teir eisini grísar á royndarstøðini í Traðardali á Sandi. Tað kom meira enn so fyri at privat fólk eisini fingu sær ein grísahvølp antin frá royndarstøðini ella frá Stóra Martin í Vatnsoyrum. Ein heimildarmaður úr Skálavík, minnist væl at tey høvdu grís: “Tað kom nógv blak úr mjólkarhúsinum, og so plagdu vit at hava einar 2 grísar í senn. Teir vuksu upp av kókaðum fiskaryggi og blaki...Tá teir skuldu fitast fingu teir mais og blak, men ongan fisk. Tí fiskur gav sniksmakk í fleskið. Vit plagdu at drepa grísarnar fyri jól og selja 1½ og høvdu so hálvan grís og bæði høvdini eftir, og hetta var rætt heyst at fáa” sigur hann. Onkur skopuningur keypti sær eisini ein grís frá royndarstøðini fyri 12 krónur. Grísurin gekk leysur í bygdini, fekk mjólk, fiskaknokkar og mais. Hann vigaði gott og væl 200 pund, tá hann var 7 mánaðir gamal. Ein heimasandsmaður greiðir bæði eymt og rættiliga skemtiliga frá einum grísi sum tey høvdu. Orsøkin til at hann fekk henda grís var at súgvin á royndarstøðini í Traðardali bert hevði 12 boppur og tá hon fekk 13 grísar, leyp ein av. Fyristøðumaðurin gav heimasandsmanninum henda avlopsgrísin, sum var eitt lítið neyðardýr. “Tey brúktu so fløsku og pattu til hann, tað gekk av tí allarbesta. Hann plagdi at vera í einum kassa millum torvkassan og komfýrin, og tað var so íðiliga, at hann gekk eftir gólvinum har aftur og fram, og hann treivst serdeilis væl”. Grísurin vaks og gjørdist stórur, so kassin varð ov lítil til hansara. “Nú verður rúm gjørt til hansara niðri í kjallaranum. Hoyggj bleiv lagt undir hann...Hvørja ferð hann tørnaði inn, so boraði hann seg niður í hoyggið, at mann sá hann ikki. Hann fekk grón og avlop av døgurðanum...Hann kom út á grønt eisini, men dett lamiterilsi, sum hann gróv jørðina upp tá. Altíð setti hann trýnið inn millum torvkassan og komfýrin, har sum hann hevði traðkað sínar barnaskógvar, men hann passaði ikki inn, hann kom ikki longur inn enn til eyguni. So ein skjønnan dag kemur fyristøðumaðurin á royndarstøðini at gelda henda góða grís. At síggja hann, tá hann fór upp at loypa...Hann leyp sum ein nýgeldur grísur, sum teir plaga at taka til” Grísurin vaks seg bert størri og størri og endin var sum hjá so nógvum øðrum grísum. Hann varð etin. Sami heimildarmaður, sum man hava havt sans fyri tí kulinariska, vísir eisini á hvussu vandin fólk skuldu verða við tí, sum tey góvu grísunum at eta. Einaferð doyðu nógvir hvalir og nógv tvøst og spik var at fáa. Ein maður, sum hevði tveir grísar gav teimum nógv spik og tvøst at eta. Grísur etur jú alt. “Veitst tú, hann hevði givið teimum so nógv tvøst og spik at eta og tá hann seldi annan av grísunum norður til hospitalið, tí tað var sum at eta grind og spik, søgdu tey har norðuri á hospitalinum og hann fekk alt kjøti aftur” Annars er tað at siga, at nýggjari søgulig gransking vísir, at undir 2. Heimsbardaga hevði J. F. Kjølbro í Klaksvík eisini grísar. Hann seldi svínakjøt og pylsur av svínakjøti í kjøtbúðini hjá sær. Hetta kom væl við hjá klaksvíkskingum.
Posted on: Tue, 03 Sep 2013 10:59:11 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015