Tá tað kemur til ES-boykott, er álitið á fiskivinnuna stórt - TopicsExpress



          

Tá tað kemur til ES-boykott, er álitið á fiskivinnuna stórt at tey sum virka har finna uppá ráð. Jacob Vestergaard hevur sagt júst tað, at vinnan skal nokk megna at tillaga seg. Og tað hevur hann púra rætt í. Men tá tað kemur til fiskirættindi, so megnar vinnan sambært Jacob og Jørgen og Fólkaflokkinum einki, um ikki Jacob sjálvur situr og deilir rættindini út: Málið er tryggari og varandi karmar. Vit ynskja at geva vinnuni tryggar karmar, vinnuloyvið fyri fleiri ár í senn. Vit ynskja millum annað eina greiða niðurstøðu um, hvat skal avreiðast her hjá okkum, greiða lóg um útlendskan eigaraskap. Vit hava gingið við til, at vinnan rindar gjald fyri hesar tryggu karmar, segði Niclasen, og vísti á at fyri hansara flokk er uppboðssølan tað øvugta. - Alternativið er uppboðssøla av øllum rættindum. Tað merkir sera ótryggar karmar. Eingin kann gera nýíløgur. Vit fáa kanska nakrar silvurmyntir í landskassan. Men av royndum vita vit, at útlendingar við einum glastrevabáti keypa øll rættindini og kunnu so loyva okkara fiskimonnum at fiska móti lítlum gjaldi. Álitið á vinnuna er stórt, problemið er at um fiskivinnan skal virkað á marknaðargrundarlagi, er grundarlag fyri korruptiónini hjá Fólkaflokkinum burtur. (Og hetta galdar korruptar fólkafloksmenn í øllum flokkum.)
Posted on: Sun, 03 Nov 2013 14:56:48 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015