Viðingurin, Kál hjá Juliusi 90 ár. (2.juli) Kál býr í - TopicsExpress



          

Viðingurin, Kál hjá Juliusi 90 ár. (2.juli) Kál býr í Klaksvík, men er mangan biltúrin her norðuri. Eg veit at Kál hevur serligt tilknýti til heimbygdina hjá sær. Og hann veit alt um Viðareið. Hann kennir hvørt staðarnavn, bjørgini, hvørja lagd og hvørja túgvu. Hann er eitt við hesi. Hann elskar tey, tí tey eru hansara. Her vaks hann upp og Kál hevur gingið væl um hesi virðini. Kál hevur verið bjargamaður, sum fáur. Mein kunnugur í Drangi og kundi gingi blundandi niðri á lomvigarókunum úti á Høddabarminum. Kál er ein av teimum, sum hevur bjarga "staðarnøvnunum" á Viðareiði. (Vit hava ca. 1100 av teimum í okkara kommunu). Kál, tú hevur fortalt mær nógv, sum eg sjálvsagt eftir førimuni havi skrivað niður. Kál er ikki bara menta-maður. Hann er av fermastu monnum til alt arbeið. Hygg bara rundan um hann og tað hann hevur við at gera. Perfekt !! Eg fái ov lítið uppí lag Men eg komi ivir at vitja teg onkun dagin -- -- og kom tú inn á gólvið tá tú ert ein svipp her norðuri. Tillukku við degnum heilsan Danial og Fía.
Posted on: Mon, 01 Jul 2013 15:42:37 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015