Áhugavert at lesa grein samrøðuna við franska heimspekingin - TopicsExpress



          

Áhugavert at lesa grein samrøðuna við franska heimspekingin Jacques Rancière um fólkaræði í Weekendavisen. Hann er komin til tað niðurstøðu, at fólk, tað vil siga veljarin, sjáldan ger tað rætta tá hann velur og fyri tað mesta spæla leiklut sín skeivt. Veljararnir bera seg ikki at sum upplýst fólk, men vilja hava, at tað verður lovað teimum ein bita av hesum og hasum, uttan at hugsa um, hvat er gott fyri land og fólk í einum størri høpi. Hann ivast í, um fólkaatkvøður eru tað rætta, tí fólk nýta fyri tað mesta fólkaatkvøðuna til at svara uppá tað, sum tey ikki eru spurd um. Niðurstøðan hjá honum er, at tað helst hevði verið best fyri fólkaræði ,um tey sum ráða verða vald við lutakasti, tí so høvdu tey ikki sama møguleika og áhuga at sætta sær og sínum. Hann heldur, at tað er lættari at korrumpera sama politikara í mong ár enn tað er at korrumpera 15 nýggjar politikarar fjórða hvørt ár. Við øðrum orðum skulu vit sleppa politikarunum undan at koma í ta støðu, at teir við at vera valdir, halda seg hava vunnið í happadráttinum og tí berjast fyri sínum sessi og sínum persónligu møguleikum við hond og klógv.
Posted on: Sun, 29 Sep 2013 08:19:46 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015