Í 2009 samtykti løgtingið einmælt at Føroyar skulu minka - TopicsExpress



          

Í 2009 samtykti løgtingið einmælt at Føroyar skulu minka sítt CO2 útlát við 20% frá 2010 til 2020 grundað á útlátið í 2005. Og einki hoyrist frá avvarandi myndugleika hvussu gongur við hesi minking, ið so at siga einans kann stava frá okkara ovurstóru oljunýtslu. Í 2005 var samlaða oljunýtslan (fossila orkunýtslan) 247.191 tons, og í 2012 223.267 tons. Hetta er ein samlað minking á uml. 10%, og so sær gott út, vil einhvør halda. Men verður hugt neyvari eftir orkunýtslu á brúkarabólkar sum fisksiskip og onnur skip, ferðsla, húsarhald v.m., og SEV, so verður myndin rættuliga skeiglað. Orsøkin til eina minking á uml. 10% stavar so at siga øll frá minking hjá fiskiflotanum á heili 40% frá 2005 til 2012. At fisksiflotin hevur slíka orkuminking er ikki tí skipini eru meira orkueffektiv, men einans tí tey hava verði tað minni í nýtslu og at fleiri eru farin úr flotanum. Annars eru orkutølini so at siga einki broytt. SEV hevur ein vøkstur í oljunýtsluni á 16,7%, upphiting til hús og bygningar eina minking á uml. 3% og ferðslan hevur eina øking á uml. 5%. Sostatt kann sigast at tað gongur av skriðuni til. Minkingin stavar frá fiskivinnuni, ið er okkara høvuðsvinna, og er tað í sjálvum sær rættuliga negativt fyri samfelagið. Rættuliga trupult er at minka stórvegis um oljunýtsluna til fiskiskip og onnur skip, men annars ber væl til at minka um alla orkunýtsluna á landið. Og har hendir einki, annað enn at monopolstovnurin SEV hevur skift 3 nýggjar og niðurdottnar vindmyllur út við nakrar nýggjar. Og einkar- og monopolrætturin hjá SEV hevur so aftur fingið rættin til at seta fleiri myllur upp. Gott at vindmyllur koma upp, men skal nakað munagott røkkast til tey 20% innan 6 ár, so skulu heilt aðrir knotir til enn tað sum Kári P. Højgaard og Johan Dahl kunnu finna uppá, og so leingi hesir sleppa at spæla sær við borgarans peningi, kunnu vit slettis ikki rokna við at røkka nakrar vegir samanborðið við norðanlond annars. Men føroyingum so líkt, altíð aftast og við ongul í reyv, tí her hava vit serstaka lóggávu, ið skal tryggja einstaklingum ræðið og valdið at krædda vanliga borgaran og halda honum væl niðri inntil hann makkar rætt, heldur seg heima við hús tá mótmælisgongur eru, passar vikuligu gongdina í bønarhúsið, heldur seg frá at skriva ónærislig lesarabrøv mótvegis politikkarum og teirra taskudreingjum á almennum sum privatum arbeiðsplássum, og spælir Gekk heldur enn at fara til framløgur, konsertir, fundir í áhugafeløgum o.a. Her ræður jantulógin, og tú og eg skulu ikki halda vit skulu koma her og bjóða okkum fram til eitthvørt arbeiði. Her skalt tú ikki spyrja hvat tú kann gera fyri landið, men heldur hvør kostnaðurin er á einum einvegis ferðaseðli av landinum. Garantur fyri henda syndarliga leik er løgmaður Kaj L.H. Johannesen og annars ein greipa av politiskum øðrvitisknokkum og sjúkligum maktgreðingum, ið ikki hava minstu ætlan at minka um nakað CO2 útlát. Oljuvinna og boring eftir olju kring Føroyar og í arktiska økinum er politisk raðfest frammaliga, og lokalfyrstarnir í Eysturoy og Havn berjast nú innanhýsis um hvør skal hava oljuna í land millum fisk, konteynarar, bilar, vælbjargaðar europear og krabbagoggur. Og alt ímeðan grætur Ojan.fo síni rossatár tá ein hvítabjørn er dey í hungri, fyri næsta dag at klappa í lógvan tí nú gongur fram á, og stór ráðstevna er her og har og oljustjórar hittast. Tá 90 hol eru borðað, so finna vit eina oljukeldu - ið kann stuðla undir framhaldandi dálking og upphiting av klótuni - havumhvørvinum og náttúruni til stóran skaða - og okkum sjálvum við. vedurlag.fo/Default.aspx?ID=7715
Posted on: Wed, 04 Sep 2013 22:27:23 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015