Ótrúliga hugnaligur gongutúrur í Hornabø, at lurta eftir, í - TopicsExpress



          

Ótrúliga hugnaligur gongutúrur í Hornabø, at lurta eftir, í ÚF, afturvið ty-phoo te munninum og góða veðrinum ímorgun, í Heinatúni .. tann reini gandur .. hehe .. Her er lív í býnum og væntandi enn meira, nú íbúðir skullu prýða miðbýin .. So haldi eg, at vit eisini skullu seta ymiska vinnu ígongd, so vit fá fólk at trívast og verða verðandi her .. Vit hava nógva ull t.d. og maskinur til spinnarí, tað kann uppdaterast .. Ein brunn, ella fleiri til vasking og hágreiðing av ullini, á strategiskum plássum, kundi verið gjørdir og eitt hugnaligt stað at nappa í, so hava vit verðins bestu og mjúkastu ull .. og bygt vevskúlan út, so vit fingu meira av vovnum .. tøving av ull til allar hentleikar og prýðislutir .. óendaligir møguleikar eru í ullini .. Eisini hava vit stórar møguleikar í fiskinum, t.d. kundu vit gjørt chips av skræðuni .. og turran fisk gjørdu tey á Norðborg fyrr í tíðini .. tað kann eisini takast upp, eisini óendaligir møguleikar .. hehe, eg meini tað virkiliga, og tað skal slett ikki so stór íløga til, vit vassa í rávøru .. Í Funningsfyrði gera teir brenniblokkar til útheimin av viði sum kemur heilt úr Russlandi, tað er ein so fantastisk søga .. men, ein stór áheitan til okkum sum hava rávøruna við hándina .. Vit hava eisini verðins vakrasta land, friðarligt og deiligt .. eitt paradís fyri øll ung í verðini, at fáa sær útbúgving í .. Smáir skúlar kundu verið bygdir og øll okkara ungu við góðari útbúgving kundu komi heim og verið lærarar .. Jú, síggji tað livandi fyri mær .. Føroyar, eitt nýtt paradís .. Blíðar heilsur, vit í Heinastovu ..
Posted on: Wed, 04 Sep 2013 08:37:50 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015