ì døpurhuga Í 2007 lovaði eg mær sjálvum at koma úr - TopicsExpress



          

ì døpurhuga Í 2007 lovaði eg mær sjálvum at koma úr siðbundna haftinum, men soleiðis hevur ikki gingið. Júst nú,- á sumri 2013 eri eg ikki komin eitt fet fram, men hopi eftir hali og gerðist alsamt meira og meira naturalistiskur. Eg eri í einari sera djúpari sálarkreppu, tá tað snýr seg um myndlist, beint nú havi eg fleiri stílar - dreymurin er at kunna mála totalt abstrakt, men um tað skal vera hampuligt og skil vera í, so er tann abstrakti nógv truplari at mála enn tann naturralistiski, eg skavi útyvir allar, endin er at eg máli mínar sinnisrørðslur - og altíð er tað ein kvinna sum er motivi ( eri troyttur av at mála meg sjálvan ) - kanska ein dag, men tað má vera skjótt, tíðin gongur - vónandi máli eg ein hampuligan málning, ein eg eri nøgdur við. Í øllum hesum hurlivasanum havi eg funni út av at eg dámi ikki grønt. - Góðan dag :)
Posted on: Mon, 08 Jul 2013 13:19:53 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015