Frágreiðing um Álvuna Álvan hevur verið sera sjúk á - TopicsExpress



          

Frágreiðing um Álvuna Álvan hevur verið sera sjúk á Signabø. Í fyrstani varð hildið at sjúkan stóðst av bardaga millum rossini, men vit eru nú komin eftir at hetta er ikki sannlíkt. Ongin hevur heldur borist við óvanliga harðan atburð á stykkinum. Tað sermerkta í atburði var at Álvan helt seg burtur frá flokkinum. Og greðingurin royndi at reka hana yvur til flokkin. Sjúkan hjá Álvuni útviklaði seg sera skjott og álvarsligt. Sjónligu tekinini var at hon hovnaði nógv um beinini framman, um bringuna, undur búkinum, á hálsinum og omanvert annað eygað. Síðan nekrotiseraði húðin á bringuni og upp eftir hálsinum og omanfyri eygað og nógvur bruni var staðfestur undir. Hendan húðin dettur av og alt skal lekjast innanfrá. Álvan er viðgjørd við sterkum antibiotika og pínustillandi. Nú er hon i batning og er blivin meira kát, akkurát sum vanligt. So vit hava rímuligar góðar vónir beint nú. Lars Mohr djoralækni sum hevur Álvuna i viðgerð hevur staðfest at hetta er Brandfepur. Øll symptomini og eisini myndirnar vísa á tað. Symptomini hava verið heilt symmestrisk, bæði bein, báir pectoralmusklar, báar síður av búkinum, báar síður av hálsinum. Streptokokkus zooepidemicus er staðfestur í føroyum, og gevur javnan umfarssjúku, sum legst á andagøgnini. Hann metur eisini at brunin, hon hevði í lívmóðurini (sum bleiv viðgjørdur á Búnaðarstovuni ) og sum netupp var Streptokokkinfektión (sjúkuelvandi streptokokkur) eisini kann hava týdning í hesum samanhangi. Við sjúkuni kemur bruni í æðrarnar og bløðingar og sár í slímhindur og kraftigt ødem í musklarnar. Støðan hjá Álvuni í dag er at hon er í batning. Tann sjúki vevnaðurin er við at blíva avstoyttur og sárið er so stórt at roknast má við intensiva viðgerð í upp til ½ ár áðrenn tað er frískt. Brandfeber er ein allergisk seinreaktión uppá bakteriurnar Stereptokokkus Zooepidemicus ella Streptokokkus Equi. Hetta hendur tí betur bert í fáum førum. Um ross er smittað við hesum slagi av bakterium ( tær vælkendu ”kværkebakterier”), so eru sjúkueyðkennini eitt ella fleiri av hesum: mistan matarlyst, lítið til nógv snor, fepur, byldir undir øsi ella vandrandi byldir, sum vanligast vísa seg runt um herðablaðið. Álvan hevur ikki víst tekin um sjúku fyrr enn tilburðin á Signabø Ross sum fáa hesar smittur eru smittuberarir í eini 6 til 10 vikur. Og 10% av rossum, sum hava havt smittuna verða frískir smittuberarir. Tí vil hendan sjúkan stinga seg upp av og á. Nøkur ross fáa hesa allergisku reaktiónina, og av hesum rossum yvurliva bert 50%. Ross sum eru smittaði, ella í vanda fyri at verða smittað, skulu haldast burturi frá øðrum rossum í longri tíð. Gjarna 10-12 vikur. Smittan gongur eisini gjøgnum fóðuríløt og vatníløt, og ymiskt annað sum kemur í samband við slev og snor frá rossunum, striglur m.a. (Vaska hendur) Her er ein leinkja har tilburðurin líkist sera nógv tí hjá Álvuni. Við tí undantaki, at í høvdinum var bara annað eygað hovi: dyrlaegevagten.dk/frame.cfm/cms/id=903/sprog=1/grp=7/menu=12/ vinarliga nevndin í FFR
Posted on: Wed, 04 Sep 2013 14:01:53 +0000

Trending Topics



Recently Viewed Topics




© 2015